Nýtt kappróðrarneyst skal byggjast til Klaksvíkar Róðrafelag, og í gjár var móttøka á Biskopstorgi í sambandi við, at byggisáttmáli var undirskrivaður.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Verkætlanin er ment í tøttum samstarvið millum Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkar býráð og Henning Larsen arkitektar sum eisini hava staðið fyri miðbýðarverkætlanini. Tískil fellur nýggi bygningurin sera væl inn í miðbýðarmyndina. Íblásturin til nýggja neystið tekur fyrst og fremst støði í kappróðrinum, men eisini í umhvørvinum, soleiðis at siðbundna úttrykkið við neystalonum verður varðveitt og nútíðargjørt.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um at verkætlanin er komi somikið lagt, at byggingin nú kann fara í gongd, soleiðis at kappróðrarfelagið kann fáa nýggj prýðilig hølir, mitt í hjartanum í býnum.
Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vann FM hjá 8 mannaførum í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Nevndin í kappróðrarfelagnum vóru væl møtt til hátíðarhaldið, og tey gleðast um, at glið nú er komi á verkætlanina.
- Virksemi er í neystinum mestsum hvønn dag á árinum, so fyri okkum í KRF hava góðir karmar alstóran týdning. Eisini hevur tað týdning, at okkara bátar hava optimalar umstøður, so at teir eru góðir kappróðrarbátar. So vit gleðast sjálvsagt um, at fáa eitt nútímans neyst at virka í, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Tað var annars eitt samt býráð, sum í fíggjarætlanini setið 7 milliónir krónur til at gera eitt nýtt neyst til kappróðrarfelagið. Fyrsti stig í verkætlanini, er at Kanjon skal gera útfyllingina har neystið skal standa liðugt, og stutt eftir hetta verður farið undir at byggja Kappróðrarneystið uppaftur.
Tað er Maltek sum er høvðusarbeiðstakari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald