Fótbóltur

Nýtt lið í Betrideildini

AB/B71 vann 1. deild hjá kvinnum í ár, og nú fer samanlagda liðið at royna í fremstu røð.

AB/B71 skal nú standa sína roynd (Mynd: Argja Bóltfelag)

AB/B71 skal nú standa sína roynd (Mynd: Argja Bóltfelag)

2020-12-17 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var AB/B71, ið endaði ovast eftir tólv umfør í 1. deild hjá kvinnum, har sjey lið luttóku. Samanalagda liðið vann tíggju av dystunum, skoraði 63 mál og lat bert níggju mál inn sambært Faroe Soccer.

Nú er avgerð tikin um, at AB/B71 fer at spæla í Betrideildini næsta ár. Harvið verða íhvussu er sjey lið í Betrideildini hjá kvinnum í 2021. Víkingur verður fyri seg og ikki saman við ÍF og B68, ið harvið ikki verða umboðað í Betrideildini.

Bæði í Vágunum og í Suðuroy hevur verið umrøtt, um liðini skulu vera millum tey fremstu ístaðin fyri í 1. deild. 07 Vestur endaði á 2. plássi í ár við 22 stigum.

Tonny Brimsvík stóð í fjør á odda fyri besta liðnum hjá monnum hjá AB, saman við Símuni Samuelsen og síðani Rógva Poulsen. Hann hevur eisini verið í venjaratoyminum hjá kvinnunum saman við Tijani Mohammed, og hann verður høvuððsvenjari 

AB skrivar í dag, at liðið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum. Mest eyðsýndar í ár vóru Judith Eilersdóttir Rasmussen av Argjum og Fridrikka Clementsen av Sandi. Báðar eru føddar í 2003 og vóru við á U17-landsliðnum, sum í fjør spældi EM-undankapping í Føroyum. Tá skoraði Judith málið, ið Føroyar fingu (í 1-0 sigrinum á Aserbadjan), og í ár skoraði hon 26 mál í 12 dystum. Eitt av málunum hjá Judith Rasmusen kom í 5-2 tapinum hjá AB/B71 fyri KÍ í steypakappingini. Fridrikka Clementsen var eyðsýnd til EM á Tórsvølli í fjør og skoraði í ár 20 mál í níggju dystum í 1. deild.

AB skrivar soleiðis á Facebook-síðu sínari í dag:

Sum vinnarar av 1. deild kvinnum í 2020 er tað náttúrligt, at vit nú í felag, melda okkum klár til Betri deildina.

Vit hava eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum. Millum annað eru fleiri av ungu leikarunum á ungdómslandsliðnum, meðan fleiri av royndu leikarunum vóru við, tá vit vunnu steypakappingina í 2009.

Tonny Brimsvík verður høvuðsvenjari hjá Betri deildar liðinum hjá AB/B71. Tonny fær A-venjara útbúgvingina í januar 2021. Hann hevur fylgt teimum ungu AB kvinnunum yvir nógv ár, og hevur havt AB/B71 U18 í fjørð. Umframt hetta hevur hann eisini havt ein venjaraleiklut hjá 1. deild kvinnum AB/B71, sum júst vunnu 1. deild. Tonny hevur verið venjari hjá betri monnum hjá AB í 2020.

Á Argjum eru vit sera spent upp á samstarvið við B71. Vit koma at hava eitt spennandi lið, sum nú skal standa sína roynd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder