Í dag varð nýtt heimsmet sett í maraton hjá monnum, tá Eliud Kipchoge úr Kenja tók fýra ára gamla metið, sum hann sjálvur setti í týska høvuðsstaðnum Berlin í 2018.
37 ára gamli rennarin luttók aftur í dag í Berlin Marathon, og vann hann við tíðini tveir tímar, ein minutt og níggju sekund. Hetta var 30 sekund skjótari enn í 2018.
Sambært Ritzau hevði Kipchoge boðað frá áðrenn maratonið fór í gongd, at hann ætlaði sær at seta nýtt met, og var hann fyrstur á mál nærum fimm minuttir áðrenn nummar tvey, Mark Korir, eisini úr Kenja. Munurin millum teir báðar var fýra minuttir og 49 sekund.
Í 2019 setti Kipchoge eisini eitt óalment maratonheimsmet, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð megnaði at renna eitt maraton á minni enn tveir tímar í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Tíðin hjá honum tá var ein tími, 59 minuttir og 40 sekund. Talan var tó ikki um eina góðkenda kapping, og tí er tíð hansara frá 2019 ikki skrásett sum alment met.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald