
Tennissamband Føroya og Havnar Tennisfelag eru farin undir eitt samstarv við pólska tennisvenjaran Adam Zatrybowski, sum í summar er ein virkin partur av menningararbeiðinum í TSF og samstundis skipar fyri venjingum til børn og vaksin í HTF.
Adam hevur drúgvar royndir sum venjari og er kendur fyri sítt engagerandi og motiverandi arbeiði við leikarum á øllum stigum.
Eisini er møguleiki hjá royndum eins og óroyndum leikarum, sum kundu hugsað sær einstaklingamenning, at bíleggja tennistímar hjá Adam, skriva til [email protected].
Samstarvið er ein týðandi partur av málinum hjá Tennissambandinum at styrkja bæði breiddina og talentmenningina - og skapa enn betri umstøður fyri bæði nýggjar og royndar tennisleikarar í Føroyum.
Tennissamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald