Hondbóltur

Oddabrak í Vestmanna í kvøld

Finalistarnir hjá kvinnum seinastu tvey árini hittast í kvøld, tá VÍF tekur ímóti Kyndil í Vestmanna.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 16:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein dystur er á skránni í SMS-deildini hjá kvinnum í kvøld. Talan er um dyst millum nummar tvey og trý í deildini - VÍF og Kyndil. Hetta er eisini tey bæði liðini, ið hava verið í FM-finaluni seinastu tvey árini.

Bæði liðini royna at elta H71, ið liggur á fyrsta plássið við 10 stigum. VÍF hevur 8 stig fyri fimm dystir, meðan Kyndil hevur 6 stig fyri fýra dystir, og kann tískil koma ájavnt við VÍF, um tær grønu vinna í kvøld.

Dysturin í høllini í Vestmanna byrjar klokkan 18.00 í kvøld.

SMS-deildin:

23. oktober klokkan 18.00

VÍF – Kyndil

Støðan: (øll liðini hava leikt 5 dystir, uttan kyndil sum hevur leikt 4 dystir)

H71 10 stig
VÍF 8 stig  
Kyndil 6 stig
Neistin 4 stig
STÍF 4 stig
Stjørnan 2 stig
VB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder