Arsenal hevur vunnið 16 út av sínum 18 Premier League-dystum hetta kappingarárið og hevur bert tapt einaferð (3-1 á Old Trafford í september).
Newcastle hevur spælt fleiri javnleikir í sínum 17 dystum men hevur eisini bert tapt einaferð. Hetta var síðst í august á Anfield, tá Liverpool skoraði til 2-1 í yvirtíðini.
Sjey stig skilja liðini í løtuni, og talan kann gerast um ein dyst, ið letur oddastriðið meira upp. Um Newcastle fær stig, so er tað ein hjálp til Manchester City, sum jagstrar Arsenal. Gamlaárskvøld vann Arsenal 4-2 í Brighton. Talan er um enn eina stóra roynd hjá liðnum hjá Arteta, sum í kvøld tekur ímóti liðnum á 3. plássi.
Á 4. plássi er Manchester United, sum í kvøld tekur ímóti uppflytaranum Bournemouth, og orsakað av at Tottenham og Liverpool hava snávað seinastu dagarnar, kann liðið hjá ten Hag økja um munin í topp-fýra stríðnum í kvøld. Í løtuni eru tvey stig niður til Tottenham og fýra niður til Liverpool - United hevur spælt ein dyst færri enn hesi.
Tveir aðrir dystir í 19. umfari verða spældir í kvøld.
Premier League 19. umfar
Í kvøld, týsdagin 03.01
19.45:
Arsenal - Newcastle
Everton - Brighton
Leicester - Fulham
20.00: Manchester United - Bournemouth
Í gjár, mánadagin 02.01
Brentford - Liverpool 3-1
Sí støðuna her
Fótbóltur
Oddadystur í London
Newcastle er á vitjan hjá Arsenal, ið kann økja um leiðsluna. United kann eisini økja um munin niður til hinar Champions League-biðlarnar í kvøld.
Oddaliðið Arsenal tekur móti Newcastle, ið liggur á 3. plássi. Gamlaárskvøld vann Arsenal 4-2 í Brighton; Brighton spælir á útivølli móti Everton í kvøld.
2023-01-03 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald