Tríggir dystir vórðu avgreiddir í bestu mansdeildini í hondbólti, Burn deildini, um vikuskiftið.
Neistin og Team Klaksvík løgdu út longu í gjár, og talan gjørdist um málríkan dyst.
Neistamenn vóru við yvirlutan, og ein spælari sum Karl Martin Olsen gjørdi veruliga um seg, og skoraði heili 11 mál í dystinum. Neistin vann 36-33 og heldur sostatt fast í oddinum á stigatalvini.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Botnliðið Kyndil tók ímóti oddaliðnum H71 seinnapartin í Høllini á Hálsi. Hoyvíkingar vóru nakað skerdir, men kortini megnaðu kyndilsmenn ikki at fáa nakað stig. Tað var javnt 11-11 tá liðini fóru til hálvleiks, tað var H71 sum kundi fara heim við einum 26-24 sigri og tveimum stigum.
Triði dysturin hetta vikuskiftið var millum KÍF og VÍF í Kollafirði. Vestmenningar skuldu vinna fyri at halda fast í H71 á fyrsta plássi, og vann eisini greiðan sigur móti kollfirðingum. Støðan í hálvleikinum var 15-12 til gestirnar, og tá avtornaði vóru sjey mál á muni, 31-24.
Úrslit
Neistin - Team Klaksvík (36-33)
Kyndil - H71 (20-24)
KÍF - VÍF (24-31)
Støðan Burn menn
1. H71 (21 stig)
2. VÍF (19 stig)
3. Neistin (18 stig)
4. KÍF (13 stig)
5. Team Klaksvík (9 stig)
6. StÍF (6 stig)
7. Kyndil (4 stig)
Sí eisini: Myndir: Kyndil - H71 menn
Sí eisini: Myndir: KÍF - VÍF menn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald