Fótbóltur

Oddmar skorað sítt fyrsta landsliðsmál - stendur á jøvnum í steðginum

Føroyar hava havt risatrupullleikar við deyðbóltunum hjá Lettlandi og komu afturum í samband við eitt fríspark. Tað varð tó svarað skjótt aftur við hornasparki. Brandur Hendriksson var bert á vøllinum í tíggju minuttir.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-10-10 17:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8' arin á føroyska landsliðnum hevði setti seg niður. Skálvíkingurin hevði júst verið í einum nærdysti inni á hálvuni hjá Lettlandi, men hetta gjørdist tíverri hansara seinasta atgerð í dystinum. Skjótt gjørdist greitt, at Brandur Hendriksson Olsen noyddist út, og Gunnar Vatnhamar kom inn á hansara pláss til vinstru á miðjuni. Eli Hentze hjálparvenjari, gjørdi í hálvleikinum greitt, fyri KVF, at Brandur ikki sá heilt við høgra eyga, og at tað er orsakað av migrenu.

Tá vóru bert tíggju minuttir leiktir, Føroyar vóru byrjaðir greitt betri, og Jóannes Bjartalíð hevði roynt seg við einum skoti av brotsteigarmarkinum, ið málverjin fekk kastað seg niður og bjargað. Men eftir útskiftingina tók Lettland yvir - ikki tí at Gunnar hevur gjørt tað illa, men tí Lettland hevur megnað at hótt Føroyar við hvørjum deyðbólti. 

Taðvar sera nær við at ganga galið tvær ferðir, beint áðrenn eitt korter, tá fyrst Gunnar fekk blakað seg fyri, og har Lettland uppá hornasparki onkusvegna ikki fekk beint bóltin í málið við aftaru stong. Tað gekk galið miðskeiðis í hálvleikinum. Bólturin kom á hondini á Halli nakað inni á hálvuni hjá Lettlandi og nakað til høgru. Bólturin varð lagdur inn í brotsteigin, Sonni Ragnar Nattestad tapti luftdystin, bólturin kom til aftaru stong, har eingin føroyingur megnaði at fylgja við Janis Ikaunieks, ið lættliga kundi leggja lettar á odda.

Føroyar svaraðu tó væl aftur. Jóannes Bjartalíð legði horna úr høgru tætt inn at málinum, Lettland dekkaði sonu, men eingin dekkaði Odmar Færø upp, og miðverjin stútaði bóltin í málið. 30-ára gamli miðverjin spælir í dag sín landsdyst nummar 30 - hetta var hansara fyrsta mál.

Seinasta korterið er lítið hent. Føroyar fáa ikki sítt upsspæl at koyra heilt, og nógv endar við nærdystum. Góðskan í spælinum skal betrast, áleypararnir skulu fáa eitt sindur meira burturúr og okkara skulu í høvuðsheitinum hótta meira, um hetta skal gerast til trý stig.

UEFA Nations League 3. umfar
Tórsvøllur 10.10
Føroyar - Lettland (1-1)

Føroyar (4-4-2):
 Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (11' Gunnar Vatnhamar) - Andreas Lava Olsen, Klæmint Andrasson Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder