Fótbóltur

Odmar Færø tryggjaðI KÍ javnleik í evstu løtu

Við frálíkum frísparksmáli legði Stefan Radosavljevic B36 á odda, men árstalsfelagið kom ikki tættari einum evropeiskum plássi. HB kom tættari uppá FM.

2020-10-21 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá leingi út til, at at einasta málið í dystinum í Klaksvík í kvøld kom stutt eftir hálvleik, tá Stefan Radosavljevic umsetti eitt beinleiðis fríspark til mál - miðvallarin hjá B36 sendi bóltin upp í málhornið, og B36 helt fast í leiðsluni heilt fram til í yvirtíðini.

Tá kom Odmar Færø heilt fram við, og fyrrverandi B36-miðverjin kastaði seg fram og stútaði bóltin í málið til 1-1. Eitt úrslit ið bæði liðini eru ónøgd við.

Harvið eydnaðist tað akkurat ikki hjá B36 at vinna á KÍ fyri triðju ferð í ár og heldur ikki at nærkst evropeiska plássinum (2. plássinum) av álvara. Fyri KÍ merkir úrslitið, at FM-dreymurin so at siga er heilt slónaður, tí at HB skal missa stig tvær ferðir áðrenn seiansta umfar, um spenningur skal vera í tá.


Støðan í Betri deildini

1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (52 stig) 22 dystir
4. B36 (50 stig) 23 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 23 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

21. umfar - 21/10
KÍ - B36 1-1 (0-0)
49' Stefan Radosavljevic 0-1
90' Odmar Færø 1-1



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder