2026-05-09 12:10
Fyrstu tøkini í kappróðrarárinum 2026 verða í dag tikin í Norðragøtu, tá fyrsta av tveimum Ódnartøkum verður skotið í gongd.
59 manningar hava meldað seg til - 32 dreingja- og mannfólkamanningar, og 27 gentu- og kvinnumanningar.
Størstu riðlanir í dag vera í barnaróðrunum hjá bæði gentum og dreingjum við níggju bátum hvør, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Byrjað verður klokkan 13. Startrøðin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald