- Fótbóltssambandið vil nýta høvið at takka Paula Poulsen fyri tíðina og tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í U17 landsliðið við gentum.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, eftir at tað er greitt at skálamaðurin, ið seinastu árini hevur verið høvuðsvenjari hjá U17 gentulandsliðnum, ikki heldur fram. Pauli Poulsen skrivaði fyri mánaða síðani sáttmála við Skála, har hann skal vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.
Miðskeiðis í desember varð kunngjørt, at Eyðvør Jakobsen er sett í starv at stjórna U16 og U17 landsliðunum við gentum. Komandi tíðina verður landsliðsvirksemið økt við tað, at Føroyar fara at hava U15, U16 og U17 landslið á bæði gentu- og dreingjasíðuni, og er hetta eitt stórt og týdningarmikið stig at taka við menningini av ungum spælarum fyri eyga
– Vit stovnseta U16 landsliðini fyri at økja um tilboðið hjá ungu spælarunum, og í hesum skulu vit allatíðina hava menningina hjá hvørjum einstøkum spælara í fokus. U17 aldurin er framvegis tíðliga á leiðini og tí er tað umráðandi fyri okkum at hava so nógvar spælararar við rundanum landsliðini sum gjørligt
Hetta sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri, við heimasíðuna hjá FSF.
Pætur Smith Clementsen (Mynd: Sverri Egholm)
Eyðvør Jakobsen, nýggjur landsliðsvenjari hjá U16 og U17-gentum (Mynd: FSF)
Áður hava "bara" U15 og U17-landsliðið verið. Júst hetta við at geva nógvum spælarum møguleikan, fyllir eisini nógv í tilvitskuni hjá nýsetta landsliðsvenjaranum.
– Vit hava nógvar evnaríkar og hugagóðar spælarar í teimum yngstu landsliðsárgangunum, og eg gleði meg ótrúliga nógv til at sleppa undir arbeiðið við at menna tær. Vit hava nógv á skránni í vár við bæði U16 og U17 gentunum, og eg fari at leggja meg eftir at savna og síggja so nógvar spælarar sum møguligt í fyrireikingunum til dystirnar, tí málið er at manna bæði landsliðini við so “reinum” árgangum sum gjørligt, sigur Eyðvør Jakobsen.
Í mars skal U17 landsliðið (árgangur 2006) til kapping í Litava, og í apríl skal U17 (árgangur 2007) til kapping
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald