Kappróður

Ólavsøkuróðurin: 93 bátsmanningar meldaðar til

Her er Masters íroknað. Lagt verður til brots við barnaróðrinum hjá dreingjum klokkan 14, og endað verður við 10-mannaførinum - eftir ætlan stutt fyri klokkan 18. Spenningur er millum annað í hjá 6-mannførum við monnum og 8-mannaførum.

Nógvir bátar seta sín dám á ólavsøkuna (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvir bátar seta sín dám á ólavsøkuna (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-27 23:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant endar kappróðrarárið við ólavsøkuróðrinum, sum er á skránni ólavsøkudag eftir setanina.

Tá freistin at boða frá luttøku til ársins síðsta róður var úti, var talið av bátsmanningum 93.

Sí startrøðina her

Til ber at síggja yvirlit yvir hvør rør við hvørjum her

Spenningur er um FM-heitið í fleiri róðrum, millum annað hjá 6-mannaførum og 8-mannaførum við monnum, har bert eitt stig skilur nummar eitt og tvey.

8-mannaførini eru eisini størsti riðilin hjá teimum vaksnu: Tey eru níggju í tal, og stendur slagið um FM millum Ørv hjá Havnar Róðrarfelag og Gullbrand úr Fuglafirði. Hjá 6-mannførum er tað eitt Suðuroyarstríð: Millum Froðbing og Smyril úr Vági.

Hjá 10-mannførum skal Havnarbáturin enda frammanfyri Ormin Langa, umframt at hjálp er neyðug frá Klaksvíkingi. Júst 10-mannaførini rógva seinast. Eftir ætlan er flaggtíð klokkan 17.45.

FM-støðan í øllum róðrunum sæst her

Hoyr upptakt til róðurin í sendingini "Ár og bekk" á FM1

Kelda: rsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder