Tað er steðgur í evropeisku hondbóltsdeildunum hjá monnum, av tí at HM byrjar skjótt, og í Føroyum venur landsliðið saman.
Sí eisini: Manslandsliðið savnast til venjingar
19-ára gamli Óli Mittún er lyklaspælari á A-landsliðnum, og hann er higartil besti - mest effektivi - spælarin í fremstu svensku deildini.
Hetta vísir hagtalsyvirlitið á handbollsligan.se. Her sæst, at Óli er næstbesti málskjúttin í deildini eftir fyrru hálvu við 117 málum í 17 dystum (Isak Larsson hevur 126). Ungi føroyingurin er langt fremst á "MEP-listanum".
MEP stendur fyri "Most Effective Player" og verður í hondbóltsheiminum nýtt sum eitt savnað tal fyri, hvussu gott eitt avrik er. Har telja mál, upplegg og annað og verða roknaði saman.
Hoyvíkingurin og mest umráðandi spælarin í finalurøðini í fjør, tá Sävehof gjørdist svenskur meistari, hevur samanlagt 86,98 MEP stig fyri 17 dystir. Axel Månsson, ið er eitt ár eldri, er á 2. plássi við 64,64 stigum. Also yvir 22 stig á muni.
Hetta vísir, hvussu stóran leiklut Óli Mittún hevur hjá Sävehof - og at hann er mest virðismikli spælarin í serliga álopspartinum í deildini. At fara víðari úr Svøríki er eitt nátúrligt fet hjá føroyska bakspælaranum. Hann skiftir til danska GOG í summar.
Óli Mittún á "MEP desember-liðnum" í Svøríki sum spælskipari (Mynd: handballstats.se)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald