2. umfar í Champions League-bólkaspælinum hjá monnum verür spælt í kvøld, og tveir føroyingar skulu í eldin.
Klokkan 17.45 føroyska tíð tekur GOG ímóti Pick Szeged í lykladysti í bólki B. GOG tapti fyri Sporting í Portugal í 1. umfari - har Óli Mittún var toppskjútti. Neyðugt er at enda minst nummar tvey av teimum fýra í bólkinum fyri at koma víðari.
Dysturin í Danmark kann síggjast á Viaplay og TV3.
Füchse Berlin gjørdi sítt í fyrsta umfari í Serbia. Hákun West av Teigum varð spardur, tá silvurvinnararnir í Champions League seinastu tvey árini vunnu við ellivu málum. Í kvøld verður uppgávan á pappírinum væl torførari, hoast tað er á heimavølli. Eins og hjá GOG, vitjar ungarskt felag.
Dysturin millum Füchse Berlin og Veszprem kann síggjast á Viaplay og TV3 Sport klokkan 19.45
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald