Hondbóltur

Óli stórspælandi í stórsigri hjá Savehof

18-ára gamli hoyvíkingurin gjørdist javnsettur toppskjútti við níggju málum, tá svenska liðið sendi ta sveisika heim við stórtapi. Tað gongst eisini væl hjá Hákuni og Füche í Evropa.

Óli Mittún var flúgvandi í gjár, sum svenskir miðlar vísa á. Nummar 78 skoraði níggju mál og gjørdi bart á ymsan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún var flúgvandi í gjár, sum svenskir miðlar vísa á. Nummar 78 skoraði níggju mál og gjørdi bart á ymsan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í bólkaspælinum í European League hjá monnum var á skránni í gjárkvøldið, og tveir føroyingar vóru í eldinum. Talan er um hoyvíkingarnar Hákun West av Teigum og Óla Mittún, ið báðir vóru á heimavølli. Teir vera profilar hjá Føroyum til EM-endaspælið í Týsklandi um tveir mánaðir, og tað gongst væl hjá teimum í evropeisku kappingini.

IK Sävehof og Fücshe Berlin hava framvegis fult stigatal í næststerkastu evropeisku kappingini. Svenska liðið vann í gjár við 21 málum á Pfadi Winterthur, meðan Fücshe skuldi stríðast meira fyri tí, tá Dinamo Bucaresti vitjaði í Berlin. Har endaði tað 33-30.

Fücshe spældi fýra dystir í Saudiaurabia í síðstu viku, har sonevnda Super Globe var á skránni. Hákun spældi sum so ikki nakran leiklut í finaluvikuskiftinum, har tað fyrst eydnaðist at vinna á Barcelona í hálvfinaluni, men har Magdeburg síðani var omaná í finaluni.

Í gjár spældi Hákun tó ein hálvleik, og hann var tryggur av høgra vongi. 21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði uppá øll síni trý skot í trý-máls sigrinum.

[object Object]
Hákun West av Teigum gjørdi mun fyri týska stórfelagið í umráðandi evropeiska sigrinum í gjár - her í U21 HM-dysti í Magdeburg (Mynd: Sverri Egholm)

Í Svøríki var Óli Mittún stórspælandi. Teir hjá IK Sävehof vóru ikki gestablíður við sponsku verjulegenduna Viran Morros og hinar á mótsstøðuliðnum. Heimaliðið skoraði heili 41 ferðir. Óli stóð sjálvur fyri níggju av málunum, og gav verjuni nógv høvuðbrýggj. 

Sävehof er oddalið í bólkinum og á veg víðari í European League eisini. Eins og hjá Fücshe Berlin hevur tað verið full úrtøka fyri trý umfør. Trý umfør resta í - í næstu viku er talan um útidystir móti somu mótsstøðuliðum sum hesa vikuna. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder