Hondbóltur

Óli toppskjútti tá Sävehof spældi seg í finaluna

Vunnu eisini triðju finaluna á Kristianstad og skulu helst spæla um svenska meistaraheitið móti Ystads eftir lanldiðssteðgin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-03 22:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja hálvfinalan millum IK Sävehof og Kristianstad var í Partille í kvøld. Liðini hittust í sjálvum finalunum í fjør, og tá vann Kristianstad 3-2 á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún og hinum.

Sävehof var tó klárt sterkari í hálvfinalurøðini í ár, og í kvøld  spældi liðið seg í finalurnar.

Hetta var við 31-27 sigri. Í steðginum var 16-16, men heimaliðið dró síðani frá.

Óli Mittún skoraði 6 mál og legði upp til fleiri. 18-ára gamli hoyvíkingurin varð toppskjútti í dystinum.

Sävehof ska helst spæla um svenska meistaraheitið móti Ystads eftir landsliðssteðgin. Óli Mittún kemur nú til Føroyar at fyrireika seg til uppgávurnar móti Norðurmakedónia.

Óli Mittún her í samrøðu við Facebooksíðuna hjá IK Sävehof:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder