
Eins og tvey tey undanfarnu stóru endaspølini hjá kvinnum, var Ongland í finaluni.
Eins og til HM-endaspælið fyri tveimum árum síðani, vóru tað Ongland og Spania, ið hittust í seinasta dystinum. Tá vann Spania.
Soleiðis var eisini tá EM hjá monnum var í fjør. Men nú lønti ensku kvinnurnar Spania tað aftur á stóra pallinum.
Spania legði seg annars á odda í 25. minutti, tá Mariona Caldentey sló til. Heimsmeistararnir høvdu eisini leikliga yvirvág, men málið hja Alessia Russo í 57. minutti og enskt stríð stríð syrgdi fyri, at dysturin fór í longda leiktíð.
Har hevði Spania størsta møguleikan, men eins og í fjórðingsfinaluni millum Ongland og Svøríki skuldi alt avgerast úr ellivu metrum. Og eins og tá vóru ensku kvinnurnar tað stinnara.
Hannah Hampton úr Chelsea bjargaði tveimum brotsspørkum í 1/4-finaluni, og tað gjørdi hon eisini í finaluni. Hampton var harvið ein av stóru ensku hetjunum; tað var Luzy Bronze, sum spældi við einum broti í beininum (langlegginum/skinnabeininum).
Avgerandi skotið í Sveis...
Og sko kundu Kelly og hinar stórfegnast - annað EM-finala á rað sum hon avgjørdi
Hannah Hampton og Chloe Kelly (Myndir: EPA)
At enda var tað Chloe Kelly, sum eisini kom inn og avgjørdi hálvfinaluna í longdari leiktíð, ið avgjørdi alt við tryggum brotssparki. Kelly spælir til dagliga fyri Arsenal: Hon avgjørdi eisini EM-finaluna í
Ongland vann ikki nakran av "knock-out" dystunum eftir 90 minuttir, men liðið hjá Sarina Wiegman hevur víst megi og stóra sinnisliga styrki við at megna at halda høvdið kalt.
EM-finala, kvinnur 2025
St. Jakobs-Park, 27. juli
Ongland - Spania 4-2 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
Eftir finaluna varð Atiana Bonmati hjá Spania kosin besti spælari í kappingini, og Michelle Agyemang varð kosin besti ungi spælari
Samanlagt var áskoðaratalið í Sveis 657,291 (21,203 í miðal) Hetta er tað hægsta til eitt EM hjá kvinnum higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald