Fótbóltur

Ongland tvey reyð kort móti Danmark

Danmark vann 1-0 við brotssparki móti Onglandi á Wembley í gjárkvøldið.

Christian Eriksen, sum spældi landsdyst sín nummar 100, avgjørdi dystin móti Onglandi við brotssparki (Mynd: DBU)

Christian Eriksen, sum spældi landsdyst sín nummar 100, avgjørdi dystin móti Onglandi við brotssparki (Mynd: DBU)

2020-10-15 08:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur enska landsliðið í fótbólti fingið tvey reyð kort í sama landsdysti. Hetta hendi, tá Ongland í gjárkvøldið tapti 0-1 móti Danmark á Wembley í Nations League dysti.

Næsta reyða kortið kom tó eftir, at spanski dómarin hevði bríkslað dystin av. Kortið fall til Reece James, sum heldur ógvusliga skal hava sagt sína ærligu meining um dømingina við dómaran eftir at dysturin var bríkslaður av.

Fyrsta reyða kortið fall longu eftir ein hálvan tíma, tá verjuleikarin Harry Maguire, sum dagliga spælir við Manchester United, fekk gult kort á øðrum sinni í dystinum fyri eina ógvusliga takling móti Kasper Dolberg.

Dysturin endaði 1-0 til Danmark. Christian Eriksen skoraði trygt upp á brotsspark 35. minuttir.

Í hinum dystinum í bólkinum tapti Ísland á heimavølli 1-2 móti Belgia. Romelu Lukaku legði belgiarar á odda tíðliga í dystinum, Birkir Sævarsson, javnaði fyri Ísland, men sami Lukaku avgjørdi dystin við brotssparki í 38. minutti.

Støðan í bólkinum er nú tann, at Belgia hevur 9 stig, Danmark og Ongland 7, meðan Ísland onki hevur fingið enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder