Annað

Opin golfkapping á Glyvursnesi

Tórshavnar Golffelag skipar fyri árliga kappingini, Bygma Open, leygardagin.

2026-06-22 12:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú leygardagin, tann 27. juni, verður árliga Bygma Open kappingin spæld á golfbreitini á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum stableford við fullum handikappi. Kappingin er býtt í tvey: Ein verður spæld yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru 70 ár ella eldri kunnu velja at spæla 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin nærmast holinum á teimum báðum par-3 holunum.

18-holskappingin byrjar klokkan 9 og 9-holskappingin byrjar klokkan 11.

Bygma Balslev stuðlar kappingini við góðum vinningum.

Luttakaragjaldið er 100 krónur og kann flytast á kontu 6460-421.464.3. Luttakarar, sum ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag gjalda harumframt 50 krónur í green fee. Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin klokkan 18 á Golfbox ella t-post til [email protected] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder