Kappróður

Ormurin enn einaferð

Ormurin Langi hjá Knørrafelagnum setti veruligt punktum fyri árið.

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2020-07-28 18:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyameistarin hjá tíggjumannaførum seinastu árini er eisini FM-vinnari í ár.

Tað gjørdist longu greitt á vestanstevnu, men sterku menninir á Orminum Langa vunnu í dag eisini ólavsøkuna, og settu veruligt punktum fyri árið.

[object Object]

Í alt ár hava teir verið suverenir, og tað hevur ikki verið nakar ivi róðrarnar í summar. Í dag vunnu teir við fleiri bátslongdum.

Ein eldri manning á Vestmenningi við løgmanni umborð var eisini við, og gjørdu sær ikki fyri skommum, men vóru síðstir á mál.

Tíðirnar á ólavsøku

  Bátur Tíð Munur Stig
1 Ormurin Langi (RK) 04:18.20   7  
2 Drekin Reyði (AR) 04:27.22 +09.02 6  
3 Havnarbáturin (HR) 04:29.15 +10.45 5  
4 Vestmenningur (VÍF) 04:37.15 +18.45 4

 

FM-støðan

  Bátur Stig Kort
1 Ormurin Langi (RK) 49   1
2 Havnarbáturin (HR) 39   1
3 Drekin Reyði (AR) 23    
4 Vestmenningur (VÍF) 4

Úrslit: Stavnur.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder