2026-06-20 18:10
Ormurin Langi rakti dagin og vann 10 mannafarsróðurin í stórum stíli.
Havnarbáturin fekk annars besta startin men Ormurin Langi sprakk avstað aftaná. Klaksvíkingur dragnaði nakað sum fráleið.
Tá hált málið varð rógvið fylgdust Havnarbáturin og Ormurin Langi stavn um stavn, men síðani byrjaði tann blái báturin at fara frá og vann eisini sannførandi. Ormurin Langi var gott hálvt triðja sekund frammanfyri Havnarbátin.
Harvið er FM-vónin hjá klaksvíkingum farin, meðan verulig kapping er millum teir báðar bátarnar úr Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald