Annað

Osaka í undantaksstøðu: Olympiski eldurin sleppur ikki at ferðast gjøgnum býin

Orsakað av koronu er undantaksstøða lýst í Osaka, og sleppur olympiski eldurin ikki ígjøgnum býin áveg til Tokyo.

Olympiski eldurin hevur verið ein partur av OL á hvørjum ári síðan 1936 (Mynd: EPA)

Olympiski eldurin hevur verið ein partur av OL á hvørjum ári síðan 1936 (Mynd: EPA)

2021-04-07 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Korona hevur víst seg at skapa avbjóðingar fyri ferðina hjá olympiska eldinum í Japan.

Byrjað varð í býnum Fukushima  25. mars, og eftir ætlan skal olympiski eldurin ferðast ígjøgnum 47 støð og enda í Tokyo í summar.

Orsakað av øking í smittutalinum, hava myndugleikarnir í býnum Osaka tó noktað at loyvt eldinum at sleppa gjøgnum miðbýin og almennar vegir kring miðbýarøkið.

Sambært Ritzau er Osaka í løtuni í undantaksstøðu. Myndugleikarnir í økinum óttast nevniliga, at eitt ávíst frábrigdi av koronavirus kann elva til eina fjórðu bylgju. Heitt verður á allar borgarar í økinum um at halda seg heima og um ikki at gera sær óneyðug ørindi útum.

Japan byrjaði at koppseta seinna enn onnur lond. Fyrsta koppingarevnið fyri koronu varð góðkent til brúk í Japan í februar, og bert eitt prosent av fólkinum í landinum hava higartil fingið fyrru koppsetingina.

Harvið skal finnast ein onnur farleið til olympiska eldin, sum er ávegis til Tokyo, har OL eftir ætlan skal fara av bakkastokki 23. juli.

Hirofumi Yoshimura, guvernørur í Osaka hevur upplýst, at arbeitt verður við at finna eina aðra loysn fyri at flyta eldin gjøgnum økið.

Ferðin hjá olympiska eldinum hevur verið siðvenja, síðan 1936, tá OL var í Berlin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder