Fótbóltur

Dramatiskt seinasta umfar í the Championship

Seinasta umfar bjóðaði uppá dramatikk í bæði oddinum og botninum.

Spennadi verður at fylgja Marcelo Bielsa og Leeds United í Premier League komandi kappingarár.(Mynd: EPA)

Spennadi verður at fylgja Marcelo Bielsa og Leeds United í Premier League komandi kappingarár.(Mynd: EPA)

2020-07-23 18:03 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seinasta umfar í næstbestu deildini í Onglandi, the Championship, var mikukvøldið, har tað var dramatikkur í bæði oddinum og botninum.

Leeds United hevði frammanundan tryggjað sær uppflyting til Premier League. Komandi kappingarár verður Leeds sostatt at síggja í Premier League fyri fyrstu ferð síðani kappingarárið 2003-04. Tað er vælumtókti argentinski Marcelo Bielsa, sum er venjari hjá Leeds United. Bielsa verður mettur at vera ein av venjarunum, ið hevur havt størst ávirkan á fótbóltin í nýggjari tíð, og verður lýstur av Pep Guardiola sum tann besti venjarin í heiminum. Spennandi verður at fylgja við Bielsa og Leeds United í Premier League komandi kappingarár.

West Browich endaði á øðrum plássi, ið eisini gevur beinleiðis uppflyting til Premier League. Undan seinasta umfarinum kundu umframt West Bromwich, bæði Brentford og Fulham fara avstað við øðrum plássi um úrslitini lagaðu seg til fyrimuns fyri tey.

Dystirnir hjá West Browich og Fulham endaðu við javnleiki ímóti ávikavist QPR og Wigan. Tí Kundi Brentford, sum hevur tikið øll av bóli í ár, flyta beinleiðis upp um teir vunnu á Barnsley, sum undan dystinum lá undir niðurflytingarstrikuni. Men Barnsley vann tann dystinum, við sigursmálið í yvirtíðini, og bjargaði sær harvið enn eitt ár í the Championship, meðan tapið hjá Brentford ger, at liðið skal spæla endadystir um tað seinasta plássi, ið gevur uppflyting til Premier League.

Luton tryggjaði sær eisini enn eitt ár í deildini tá teir í seinasta umfarið vunnu 3-2 á Blackburn, og harvið fór uppum strikuna. Tað gekk útyvir Charlton sum fór niðurum bæði Barnsley og Luton, eftir at teir taptu 4-0 móti Leeds. Undan kappingini var mett, at Luton fór at rykkja niður aftur í Leageu One, men felagið hevði ein góðan endaspurt, og var ósigrað seinastu fimm dystirnar.

Hull og Wigan endaðu eisini við at flyta niður, eftir at tey endaðu ávikavist aftast og næstaftast í deildini. Wigan fekk ein revsidóm uppá minus 12 stig, eftir at felagið varð sett undir umsiting. Dómurin ger at Wigan endar undir niðurflytingarstrikuni. Wigan kann tó enn kæra dómin, og fær felagið viðhald í kæruni, kann felagið bjarga sær í deildini, og harvið flytur Barnsley niður. Men sum støðan er eftir seinasta umfar mikudagin, flytur Wigan niður, og Barnsley veðrur verandi í deildini  

Fýra lið koma at spæla um tað seinasta uppflytingar plássi til Premier League, har tað fyrst vera hálvfinalur og síðani ein finala.

Eisini var dramatikkur seinasta umfar um hvør spæla endadystir, har Swansea við 4-1 sigri á Reading, samstundis sum Nottingham Forest tapti 4-1 móti Stoke, tryggjaði sær pláss í endadystunum, við at hava betri málmun enn Nottingham Forest.

Brentford og Swansea spæla í tí einu hálvfinaluni, meðan Fulham og Cardiff hittast í hinari.

Í hálvfinaluni hittast liðini tvær ferðir, einaferð úti og einaferð heima, meðan finalan er ein dystur, ið verður leiktur á Wembley.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder