Fótbóltur

Ovfarakæti við Djúpumýrar

Maður av húsi í Klaksvík at heiðra KÍ, sum í kvøld spældi seg víðari í Europa League við 6-1 sigri.

(Mynd: Símun á Høvdanum / News.fo)

(Mynd: Símun á Høvdanum / News.fo)

2020-09-24 23:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað mesta av skýlinum við Djúpumýrar er fult av fólki, sum er komið at heiðra KÍ-liðið, sum vann 6-1 móti Dinamo Tbilisi í Europa League-dysti á Tórsvølli fyrr í kvøld.

Liðið er júst komið til heimbýin aftur, og har er stór frøi. Teir vórðu móttiknir við neyðblussum við Húkin tá teir komu, og nú verða alskyns KÍ-sangir sungnir á plenuni við Djúpumýrar umframt eyðkenda "HU" rópið, sum klaksvíkingar hava tikið til sín.

Orsakað av koronasmittuni sita áskoðararnir í skýlinum meðan leikararnir standa á vøllinum.

KÍ spælir play-off dyst í Írlandi næsta hósdag um at koma víðari til bólkaspælið í Europa League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder