Fótbóltur

Óvissa um Eriksen

Hevur trupulleikar við búkinum og vandi ikki við í síðstu venjingini undan áttandapartsfinaluni móti Týsklandi.

Christian Eriksen (Mynd: EPA)

Christian Eriksen (Mynd: EPA)

2024-06-28 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin verða fyrstu áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum spældar. Klokkan 17 er tað Italia - Sveis í Berlin, og klokkan 20 taka týsku vertirnir ímóti Danmark í Dortmund.

Fyrri dysturin sær spennandi út á pappírinum, men tað er tann seinni, ið hevur størst áhuga í norðasta parti av Evropa.

Týskarar eru favorittar. Umframt heimavøllin hevur Týskland fyrimunin við, at liðið spældi fyri seks døgum síðani, meðan Danmark hevur havt tveir færri hvílidagar. Donsku miðlarnir spurdu Kasper Hjulmand um hetta á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Venjarin helt tó ikki, at hetta ger so stóran mun: Týsku spælararnir hava eisini havt eitt langt kappingarár, vísti hann á.

Hjulmand vildi tó ikki vísa ov nógv til seinastu venjingina hjá Danmark undan stóra dystinum. Liðið vandi ikki á dystarleikvøllinum í Dortmund, sum vanligt annars er dagin fyri dyst. Orsøkin er greið: Danir vildu hava meira tíð at venja í dag og samstundks einki vísa av fyrireikingunum til onnur: - Vit vænta ikki, at Signal Iduna Park er uttan upptøkutól, staðfestir Hjulmand.

Eitt, sum gevur Kasper Hjulmand og hinum høvuðbrýggj, er støðan hjá Christian Eriksen. Álopskendi profilurin, ið hevur skorað annað av málinum hjá Danmark í endaspælinum, hevur búkilsku.

Eriksen vandi ikki við í dag. Venjarin væntar, at hann verður til reiðar í annaðkvøld, men ein “Plan B” er til reiðar varð sagt á tíðindafundinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder