Orsakað av koronastøðuni, sum nú er íkomin, er avgjørt, at eingir áskoðarar sleppa til venjingardystirnar hjá U21- og U19-landsliðunum, sum verða móti íslendska U19-landsliðnum í dag, hósdagin, og sunnudagin, boðar Fótbóltssambandið frá.
Venjingardysturin hjá U21-landsliðnum verður á Svangaskarði klokkan 17.30 móti íslendska landsliðnum, og dysturin hjá U19-dreingjunum móti Íslandi verður sunnudagin klokkan 15.
Hvussu áskoðaraviðurskiftini verða í samband við venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein, ið vera spældir fríggjadagin 4. og mánadagin 7. juni, og U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Armenia á Svangaskarði týsdagin 8. juni, er avgerð ikki tikin til enn. Sum skilst verður hetta greitt í kvøld ella í morgin
Áleið 1.400 atgongumerki eru seld til dystin móti Íslandi, sambært upplýsingunum hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald