Oyggjaleikir sum eru annaðhvørt ár, eru dagarnir tá fleri smærri ítróttargreinar brádliga eiga pallin, og sleppa at kappast á hægri støði. Men soleiðis verður ikki á Guernsey næsta summar, sum annars var ætlanin.
Aðalfundur hevur í dag verið í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA). Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir.
Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey.
Avgerðin at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid-19 støðuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald