Annað

Padel-kappingin: Brøður hittust í báðum finalunum

Hondbóltsvenjararnir Hjalti Mohr Jacobsen og Julian Johansen vunnu A-finaluna móti Karl Johansen og Dávidi Nolsøe. Í B-finaluni í summarkappingini bastu Tróndur Jensen og Eirikur Simonsen Sigurði Simonsen og Adami Andreassen.

Teir, ið endaðu við ávikavist silvuri, gulli og bronsu í A-bólkinum (Mynd: Padel Forum)

Teir, ið endaðu við ávikavist silvuri, gulli og bronsu í A-bólkinum (Mynd: Padel Forum)

2026-07-24 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin skipaði Padel Forum fyri summarkapping. Ítrottargreinin er eisini skjótt vaksandi í Føroyum, og talan var um seinastu kapping í hølunum á Smyrilsvegnum, har tveir banar eru.

48 spælarar á 24 liðum vóru í teimum báðum kappingunum: 12 lið í A-kappingini (fyri royndar leikarar) og 12 í B-kappingini (fyri óroyndar/miðalroyndar spælarar)

Kappingarnar vórðu skipaðir við tveimum bólkum við seks liðum í hvørjum, har tvey lið síðani komu víðari til hálvfinalurnar.

Í B-bólkinum vóru Tróndur Jensen og Eirikur Simonsen sterkast. Teir hava áður gjørt vart við seg í ávikavist fótbólti á hondbólti - millum annað við landsdystum - og vunnu teir báðir allar dystirnar.

Í finaluni vóru Adam Andreasen og Sigurd Simonsen á hinum liðnum. Teir høvdu eisini víst sannførandi spæl og trýstu veruiliga Trónd og Eirik í løtum. Tað endaði tó við, at Eirikur Simonsen og Tróndur Jensen vunnu gull.

Eitt serligt er, at Eirikur og Sigurd eru beiggjar; hesaferð var lítlibeiggin á vinnandi liðnum, meðan pápin Jákup hugdi at.

Bronsuna fóru Greg Worley og John Høj Andreassen avstað við eftir góða kapping.

[object Object]
Silvur- , gull og bronsu-vinnararnir í B-bólkinum (Mynd: Padel Forum)

Nakað av fólki var komið tá, og spenningurin var eisini stórur til A-kappingina. Stigið var høgt, og tað var ikki fyrrenn umleið midnátt, at vinnararnir vóru funnir.

Ikki so óvæntað vóru tað fyrrverandi hondbóltsspælararnir og núverandi hondbóltsvenjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Julian Johansen, sum fóru avstað við gullinum. Annar hevur nógvar royndir út tennis eisini, og hin er ein av stigtakaranum til padelhøllina, sum er á veg.

Núverandi hjáparvenjarin á manslandsliðnum í hondbólti og fyrrverandi hjálparvenjarin vunnu 2-0 í settum í finaluni. Eisini har vóru beiggjar hvør sínumegin netið, men hesaferð vann stóribeiggi á lítlabeiggja.

Karl Jónsson Johansen var í hálvfinaluni í kappingini millum jól og nýggjár saman við Óla Mittún. Hesaferð vístu hann og Dávid Reginsson Nolsøe gott spæl. Tað var bert í finaluni, at tað ikki var nóg mikið, tí Hjalti og Julian spældu so mikið trygt og sannførandi.

Eins og til stóru kappingina seint í 2025, vóru tennisgarparnar Jón Brekku og Ingi Højsted í bronsudystinum í A-kappingini. Hesaferð endaði tað tó við tapi: Rói av Fløtum og Tóri Rasmussen fóru avstað við bronsuni.

[object Object]

[object Object]
Silvur, gull og bronsa varð handað eftir midnátt á Smyrilsvegnum (Myndir: Padel Føroyar)

Samanumtikið spennandi og væleydnaðar kappingar. Ætlanin er at skipa fyri uppaftur størri kapping í heyst, stutt eftir at nýggja høllin við Hjalla letur upp. 

Meira um hana skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder