Hondbóltur

Pætur og landsliðsspælarar hita upp til brakið í Portugal

Sending á FM1 leygardagin klokkan 11: Avgerandi dystur um EM-pláss sunnudagin og í morgin tosa Annika Petersen, Rakul Wardum, Elsa Egholm og Brynhild Pálsdóttir, umframt Hallur Danielsen, um millum annað hetta.

FM1 og Portalurin eru við á ferðini, og í morgin, leygardagin 7. mars, klokkan 11.00 verður upptaktssending beinleiðis úr Porto (Mynd: Sverri Egholm)

FM1 og Portalurin eru við á ferðini, og í morgin, leygardagin 7. mars, klokkan 11.00 verður upptaktssending beinleiðis úr Porto (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-06 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Porto, Portugal (Portalurin): Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er komið uppá pláss í Portugal, har møguliga avgerandi dystur um pláss í EM-endaspælinum í desember bíðar sunnudagin.

FM1 og Portalurin eru við á ferðini, og í morgin, leygardagin 7. mars, klokkan 11 verður upptaktssending beinleiðis úr Porto.

Fyrst tosa Pætur Nolsøe og Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum um dystin mikukvøldið og síðani um týdningin av seinna dystunum millum liðini hesa vikuna.

Síðani koma fýra landsliðsspælarar til mikrofonirnar: Málverjarnir Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum og síðani javngomlu hoyvíkskvinnurnar, Brynhild Pàlsdóttir og Elsa Egholm.
 [object Object]Elsa Egholm frammanfyri og Brynhild Pálsdóttir beint aftanfyri - til Ítróttafagnað 2025 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Málverjarnir, Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen, eru millum tær, sum koma til FM1-mikrofonirnar í morgin - her eftir heimasigurin á Portugal (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Pernille og Súna: Størstu løturnar eru á landsliðnum

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum klokkan 11 í morgin.

Sendingin verður eisini løgd út á FM1 og Portalin aftaná

-------------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00: Portugal - Føroyar

(Montenegro - Ísland verður spældur samstundis)

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.

Portalurin og FM1 eru við á ferðini til Portugal og hava ymiskt tilfar hetta vikuskifti. FM1 sigur frá dystinum sunnudagin, Portalurin hevur beinleiðis blogg og myndir, og samrøður vera aftaná.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder