Annað

Páll Heri endurvann FM heitið í billard

Tvøramaðurin vann í finaluni á klaksvíkinginum Ólavi Kjølbro.

Hetta er fjórðu ferð, at ungi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe vinnur føroyameistaraheitið í billard. Myndir Jan Müller

Hetta er fjórðu ferð, at ungi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe vinnur føroyameistaraheitið í billard. Myndir Jan Müller

2025-04-27 16:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Tveir av landsins fremstu billardspælarum, Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro møttust í gjár í finaluni fyri staklingar í Fuglafirði. Teir vunnu hálvfinalurnar á Niels Nielsen og Urbanus Olsen. Teir báðir møttust eisini í finaluni fyri tveimum árum síðani. Tá vann Ólavur sítt fyrsta FM heiti. Árið eftir komu Páll Heri og Hallur Joensen í finaluna, og tvøramaðurin vann. Nú var so túrurin komin hjá Páll Hera at royna seg aftur móti Ólavi. Og hesaferð gekk betur. 

Ólavur legði seg greitt á odda í fyrru helvt av dystinum, eina løtu við umleið 160 eygum, tó at dysturin gjørdist rættiliga javnur, sum tíðin leið. So tók sera tryggi og miðvísi tvøramaðurin kortini  tann vælspælandi klaksvíkingin aftur nakrar ferðir, til hann loksins lokaði dystin við 500 eygum móti 430 eftir einans 12 umfør.  Tað gevur eitt meðal uppá einki minni enn 41,6 eygu, sum í føroyskum billardhøpi er sera høgt. Ólavur hevði eitt meðal uppá 35,8 eygu.

[object Object]-Góðan dyst ynskja tær báðar kempurnar í føroyskum billard hvørjum øðrum. 

[object Object]

.....og rulla síðani um, hvør skal leggja út

[object Object]Síðani gongur tað stoyt í stoyt.

[object Object]

[object Object]...og endar við 70 eygum á muni. 

[object Object]Páll Heri Nolsøe fær vegna Billardsamband Føroya handað vinnandi steypini av borgarstjóranum í Fuglafirði, Dávi Juul. Formaðurin í Billardfelag Fuglafjarðar, Jákup Arnholdt Lambaa, sum stóð fyri  væleydnaðu kappingini, klappar fyri føroyameistaranum. 


Fyri mongu áskoðararnar í hølunum hjá Billardfelag Fuglafjarðar varð tað einki minni enn ein frægd at síggja hesar báðar føroysku billardrisarnar vísa síni kynstur og vøkru billardstoytir.  Báðir hava teir henda so sera sjáldsama spælistílin, sum so lætt fær eina keylu fyri og aðra eftir at fella uttan, at  kúlurnar fara úr eygsjón men leggja seg júst har ætlanin var.

[object Object]Páll Heri Nolsøe føroyameistari í billard saman við Ólavi Kjølbro, sum vann silvur og Niels Nielsen, sum vann bronsuna. 


Ólavur, sum tann rætti ítróttarmaður hann er, tók tapið við einum smíli og einum stórum herðaklappi til mótstøðumannin. Hetta var jú ikki fyrstu ferð teir hava verið í hornatøkum, og hvørja ferð hevur rætti kappingarandin verið ráðandi. Líka mikið, hvør fór við sigrinum. Uttan iva nakað onnur kunnu læra av eisini.

Kappast varð eisini um 3. plássið. Tann dystin vann Niels Nielsen úr Havn á Urbanus Olsen úr Klaksvík. 

[object Object]Ein blíður og áhugaður borgarstjóri í Fuglafirði, Dávur Juul, hevði úr at gera eftir spennandi billardkappingarnar í ár. Her hevur hann júst  handað føroyameistarunum fyri lið, Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen steyp. 


Undir hátíðarhaldinum eftir dystirnar handaði borgarstjórin í Fuglafirði, Dávur Juul steyp til vinnararnar bæði í staklingakappingini og liðkappingunum. Vinnarin av liðkappingini og føroyameistari gjørdist Klaksvíkar Billardfelag við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen. Ein serstakur steypur varð eisini latin Páll Hera Nolsøe fyri besta umfarið í kappingini og eisini Føroyamet, við 352 eygum.

[object Object]Borgarstjórin í Fuglafirði, Dávur Juul handar her føroyameistaranum í billard, Páll Hera Nolsøe steyp fyri besta umfarið nakrantíð í føroyskum billard.


Kappingin varð væl fyriskipað og rós og tøkk til Billardfelag Fuglafjarðar og eisini borgarstjóran í Fuglafirði fyri hansara leiklut til hetta seinasta billardtiltakið í hesum kappingarárinum.

Hvat kunnu vit so læra av hesum seinasta kappingartiltakinum í ár. Fyrst og fremst at vit eiga at gleðast um at eiga tveir so framúrskarandi spælarar, ið kunnu vera við til at vísa øðrum vegin - tveir lýsandi vitar á grønu dúkunum, ið eru við til at hækka góðskuna og harvið lyfta upp støðið í føroyskum billard eins og økja um gleðina við hesum edla spæli. Teir -saman fleiri øðrum spælarum, ið hava tikið seg nógv fram við miðvísari venjing eins og øllum øðrum við, eru við til at menna spælið, sum í dag hevur fingið pláss á tí stóra ítróttarpallinum - ÍSF. 

Fuglafjørður var vertur hesaferð. Næstu ferð fær Tvøroyri møguleikan.  

[object Object]Stundir vóru eisini millum drúgvu umførini at fylgja bretsku fótbóltskappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder