KÍ kundi í dag fegnast um at vinna 5-0 móti TB í Trongisvági, sum í sær sjálvum er væl klárað, tí klaksvíkingar hava seinastu árini havt tað trupult á útivølli móti tvøramonnum.
Men samstundis kundu tey í KÍ eisini fegnast um mannin við nummar níggju á rygginum, Páll Klettskarð, sum við sínum máli í 67. minutti kom ájavnt við metið hjá Kurt Mørkøre sum mest skorandi Kí-leikari við 125 málum.
Hetta var uttan iva ikki seinasta málið hjá Pálli Klettskarð, sum eftir landsliðssteðgin í dysti móti HB við Djúpumýrar 7. apríl, helst fær møguleikan at taka metið hjá Kurt Mørkøre.
TB - KÍ 0-5
10’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
54’ Sumareh Bubacarr 0-2
56’ Sumareh Bubacarr 0-3
67’ Páll Klettskarð 0-4
77’ Jonn Johannesen 0-5
Støðan Betri deildin menn 2021
1. KÍ (9 stig)
2. ÍF (7 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. B36 (5 stig)
5. HB (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (1 stig)
10. TB (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald