HB hevði árliga aðalfundin í kvøld, og broytingar fóru fram í nevndini hjá sigursvandu greipuvinnarunum.
Formaðurin seinasta árið, Tormóður Stórá, ynskti ikki at halda fram í nevndini, og eisini var avgjørt at víðka um nevndina til sjey limir umframt tveir varalimir.
Nevndin skeyt upp at Lars Müller og Ingi Rasmussen blivu valdir í nevnd, og hetta varð einmalt samtykt. Nýggir varalimir eru Gunnar Mohr og Rúni Mohr.
Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og nýggjur formaður er Páll Mohr Joensen. Varaformaður er Lars Müller.
- HB vil takka fráfarandi formanni fyri sítt arbeiði fyri HB, bæði sum formaður og sum nevndalimur seinastu 7 árini, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar HB á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald