
Ein stútara á tværtræðið og annars tvey skot á mál og 2-0 til KÍ eftir 45 minuttir.
Teir kongabláu síggja út til at hava gott tamarhald á fyrra dystinum í 3. umfari á Tórsvølli, og liðið hjá Magnusi Powell hevur eisini sligið til eftir ein deyðbólt og eftir vunnan bólt langt frammi á vøllinum.
Eftir 25 minuttir var René Shaki Joensen fyrstur á returbólti, eftir at Páll Klettskarð hevði stútað á tværtræðið, og so var 1-0.
Shaki stútaði, og so var 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Í yvirtíðini bragdaði hjá Pálli, sum eisini fekk eitt mál kolldømt tíðliga í dystinum. Vælsspælandi Patrik Johannesen vann bóltin, rak og fann við innleggið væl 9'aran, sum hegnisliga setti fótin á.
Hetta er sjeyndi evropeiski hálvleikurin á rað, uttan at mál fer ígjøgnum hjá stinna KÍ-liðnum, og Neman hevur heldur ikki havt nakran stóran møguleika í dag.
2-0 og KÍ á veg móti frálíkum útgangsstøði í stríðnum um at koma í play-off umfarið.
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, týsdagin 5. august á Tórsvølli
KÍ - Neman Grodno (2-0)
26' René Shaki Joensen 1-0
45 (+1)' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 2-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald