Í november 2022 keypti Breiðablik Patrik Johannesen leysan úr Keflavík, har arbeiðssami tvøramaðurin hevði havt eitt eit heilt gott kappingarár.
Patrik náddi tó ikki heilt at koma í gongd í Kópavági. Ein mánaða inn í íslendska kappingarárið í 2023 sleit Patrik Johannesen krossbandið í dysti hjá Breiðablik.
Harvið var skurðviðgerð og lang uppvenjing á skránni hjá føroyska landsliðsspælarunum. Patrik er tó komin væl fyri seg - fyriuttan ein fylgiskaða tíðliga í síðsta mánaða (vøddaskaði - baklær)
28-ára gamli føroyingurin var í dystarhópinum til fyrsta landskappingardystin hjá Breiðablik 8. apríl (2-0 sigur á FH). Patrik Johannesen kom ikki inn, men tað gjørdi hann leygardagin, tá Breiðablik vann 4-0 á uppflytaranum Vestri.
Patrik fekk teir seinastu tíggju minuttirnar á vøllinum og var hetta eitt umráðandi stig á leiðini hjá honum. Fyrrverandi 07 Vestur-miðverjin Daniel Obbekjær, ið kom til felagið í vetur, varð eisini skiftur inn í 2. hálvleiki.
Breiðablik hevur fult stigatal eftir tvey umfør. Tað hava Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar eisini - hesi liðini hittast til oddabrak sunnukvøldið 21. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald