Fótbóltur

Patrik hevur verið flúgvandi

Við tíggju málum í landskappingini, og ein av stóru profilunum hjá KÍ higartil í ár, hevur Patrik Johannesen verið flúgvandi í Betrideidini hjá monnum seinastu umførini.

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF (Mynd: Mynd: Regin Davidsen)

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF (Mynd: Mynd: Regin Davidsen)

2025-06-15 20:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men tað hevur eisini gingið væl higartil í ár. Vit liggja nummar 1 í landskappingini, og hava sum er meira enn annað beinið í steypafinaluni.

Tað sigur Patrik Johannesen úr KÍ, ið fyrstu trettan umførini í Betrideildini hevur skorað tíggju mál, og sum leygardagin, undan dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og KÍ, tók ímóti heiðurinum sum besti spælari í mai mánað.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri farna mánað, hevði tvøramaðurin í Klaksvík fingið flestar atkvøður. Honum á baki komu Sammy Skytte og Heini Fossdalsá Sørensen úr HB.

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen – Jón var í nógv ár ein av berandi kreftunum í TB – sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder