Fótbóltur

Paul Pogba fingið korona

Mátti fara av fronsku venjingarleguni – 17 ára gamal kemur í hópin ístaðin.

Paul Pogba í dysti fyri Frakland móti Íslandi (Savnsmynd: EPA)

Paul Pogba í dysti fyri Frakland móti Íslandi (Savnsmynd: EPA)

2020-08-27 15:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franski miðvallaleikarin hjá Manchester United, Paul Pogba, er smittaður við koronavirus.

Sky Sports skrivar í dag, at Paul Pogba er farin av venjingarleguni hjá franska landsliðnum undan Nations Leaague dystunum móti Svøríki og Kroatia eftir at ein koronakanning av honum vísti seg at vera positiv.

Didier Deschamps, landsliðsvenjari, váttar tíðindini. Hann hevur tí tikið ein annan leikara fyri Pogba, bert 17 ára gamla Eduardo Camavinga, sum spælir við Rennes.

- Eg mátti gera eina broyting í hópinum í síðstu løtu, tí Paul Pogba tíverri vísti seg at vera positivur, segði hann sambært Sky News.

Manchester United hevur sent hesi boðini út:

”Pogba er tikin úr hópinum tí hann vísti seg at vera positivur fyri covid-19. Miðvallarin fær sostatt ikki høvi at leggja meira aftu at teimum 69 landsdystunum og 10 málunum fyri land sítt í dystunum komandi mánaða. Øll í United ynskja, at Paul gerst frískur aftur skjótt, og verður klárur til nýggja kappingarárið”.

Frakland skal spæla móti Svøríki á útivølli 5. september og móti Kroatia í Paris 8. september.

Pogba skal nú í sóttarhald í 14 dagar. Manchester United byrjar kappingarárið við dysti móti Crystal Palace 19. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder