Hondbóltur

Pauli Høj toppskjútti í enn einum sigri

Flotta byrjanin hjá Paula Høj í Noreg heldur fram. Vinstri vongurin skoraði seks mál í 27-26 sigri í dag, og Bergsøy hevur framvegis fult stigatal í næstbestu deildini.

Í síðstu viku spældi Pauli Høj sínar fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar. Hetta var til Golden League-venjingarkappingina í Trondheimi.

Í síðstu viku spældi Pauli Høj sínar fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar. Hetta var til Golden League-venjingarkappingina í Trondheimi.

2025-11-09 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku spældi hann sínar fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar. Hetta var til Golden League-venjingarkappingina í Trondheimi.

Í gjár spældi Pauli Høj aftur landskappingardyst fyri Bergsøy í næstbestu norsku deildini.

Hetta var í Bergen-økinum. Og góða gongdin hjá havnarmanninum og hjá liðnum helt fram.

Talan var um tættan dyst, ið Bergsøy vann við einum máli. Føroyski vinstri vongurin var javnsettur toppskjútti við seks málum. Tað var heldur trupult hjá Bergsøy at skora móti Jonas Fjæreide Fyllingen í málinum hjá Bjørnar, men tað eydnaðist fínt hjá Paula.

23-ára gamli fyrrveandi Neista-spælarin hevur eisini sín leiklut í verjuni hjá hjá Bergsøy. Í løtuni kappast Pauli Høj helst eisini um eitt pláss í EM-hópinum.

Liðið liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini - við fullum stigatali fyri sjey dystir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder