
Eftir øllum at døma fáa vit ein føroying upp í fremstu donsku mansdeildina eftir summarsteðgin.
Hetta er greitt, eftir at HØJ í dag vann heili 33-21 í Odder og harvið tryggjaði sær 1. plássið í 1. Division.
Pauli Jacobsen bjargaði umleið 40 prosent av skotunum, sum Odder hevði, og hoyvíkingurin spældi so at siga allan dystin. Bert 21 mál fóru inn móti HØJ, so tað var í stóran mun ein ógvuliga góður føroyskur dagur.
Marita Mortensen og kvinnulið felagsins hava eisini vunnið sær uppflyting, so talan er um eitt gott ár hjá felagnum.
Uppflytingin hjá liðnum úr Ølstykke hevði tó við sær, at Aarhus ikki flutti upp. Felagið, har Peter Bredsdorff Larsen er í nevndini, og Peter Krogh hevur spælt við fyrr í ár, spældi 26-26 javnleik í Tønder í dag og endar á 2. plássinum. Bert eitt lið flytir upp.
Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál fyri Aarhus og skal strikuspælarin í næstum spæla play-off dystir um uppflyting.
Teis Horn Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki vist, hvørjum hetta verður ímóti, men KIF Kolding - mest vinnandi felagið í donskum hondbótli flutti í dag niður á fyrsta sinni. Grindsted, felagið sum Búi Djurhuus Poulsen er í, vann í dag sín dyst og er eitt møguligt mótsstøðulið hjá Teis og teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald