Fótbóltur

Pelé deyður 82 ára gamal

Brasilska fótbóltslegendan doyði eftir longri sjúkralegu.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-29 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brasilski fyrrverandi fótbóltsspælarin, Pelé, er deyður.

Tað skriva altjóða miðlar í kvøld. Hann bleiv 82 ára gamal og doyði eftir longri sjúkralegu á Albert Einstein-sjúkrahúsinum í São Paulo sum fylgja av krabbameini.

Pelé varð innlagdur á sjúkrahúsinum tann 29. november, og síðani er støðan alsamt blivin verri.

Brasilianska fótbóltslegendan verður mettur at vera ein av heimsins størstu, og hann er tann einasti, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tríggjar ferðir. Tað gjørdi hann í 1958, 1962 og í 1970.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder