Hondbóltur

Pernille Brandenborg norskur steypavinnari

Hon skoraði seks mál og var eisini køld í avgerandi brotskastskappingini.

(Mynd: Storhamar Håndball Elite)

(Mynd: Storhamar Håndball Elite)

2025-12-29 01:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyski landsliðsliðskiparin Pernille Brandenborg gjørdist sunnukvøldið norskur steypavinnari. Tað gjørdi hon saman við liði sínum Storhamar í finaluni móti Larvik.

Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29 og dysturin skuldi tískil avgerast við brotskastskapping, sum endaði 36-37 til Storhamar.

Pernille Brandenborg skeyt seks mál í finaluni, og tvey teirra í brotskastskappingini.

[object Object]Pernille Brandenborg her í dysti fyri Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi fyrr í desember (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder