Hondbóltur

Pernille Brandenborg skal til Randers at spæla

23-ára gamli strikuleikarin og miðverjin á føroyska liðnum heldur helst fram í bestu deildini komandi kappingarár.

Pernille Brandenburg skal í summar undir eina nýggja avbjóðing í einum størri felagi - her í landsdysti móti Rumenia (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pernille Brandenburg skal í summar undir eina nýggja avbjóðing í einum størri felagi - her í landsdysti móti Rumenia (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-28 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur verið við til at fáa Vendsyssel upp í bestu deildina í Danmark, men í løtuni liggur felagið úr Norðurjútlandi, har hon hevur spælt í trý og eitt hálvt ár, til niðurflyting. Vendsyssel hevur bert fingið trý stig í 18 dystum higartil í Bambusa kvindeligaen og er nummar 14 - á aftsta plássi. Pernille Brandenborg hevur tó skorað næstflest mál av øllum strikuleikarunum í deildini, og boð hava verið eftir henni í Randers HK, sum liggur á 9. plássi.

Partarnir hava gjørt ein tvey-ára sáttmála, sum kemur í gildi í summar. Harvið skal føroyski landsliðsleikarin spæla restina av hesum kappingarárinum við Vendsyssel, ið skal royna at halda sær upp. 23-ára gamli strikuleikarin, ið eisini hevur styrki í miðverjuni, er uppvaksin í Danmark men hevur føroyska mammu og spælir við Føroyum, har hon er ein sera týðandi leikari við millum annað sínari fysiskari styrki.

Tað framgongur eisini í greinini í Randers Amtavis, at Pernille er fødd í Svendborg á Fjóni, men at hon síðani 2016 hevur umboðað Føroyar í altjóða hondbólti. Við blaðið sigur venjarin Niels Agesen, at Pernille Brandenborg var hægst á hansara ynskilista, og at hon við við millum annað sínari hædd - 183 sentimetrum - passar perfekt inn í miðverjuni, og at hon í mun til Sidsel Mejlvang, ið verður hin strikuleikarin í hópinum og sum hevur skorað fleiri mál enn Pernille í ár, hevur sína styrki í at lofta høgum innspølum frá bakketunum. Hetta gevur liðnum fleiri streingir at spæla uppá, sigur Agesen.

Pernillesigur við  Randers Amtavis, at hon gleðir segði eisini til nýggju avbjóðingina og samstarvið við Mejlvang.

- Eg havi havt eina stóra ábyrgd í Vendsyssel, og eg trúgvi uppá meg sjálva. Eg skal út at vísa mítt virði frá fyrsta degi



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder