Pernille Brandenborg skiftir í summar til rumenska stórfelagið CSM Bucaresti, sum skjótt skal spæla Final Four í Champions League.
Áðrenn skal føroyski landsliðsliðskiparin royna at vinna norska meistaraheitið - og greipuna - við Storhamar.
Fyrsta stigið í endaspælinum er tikið við tveimum fjórðingsfinalusigrum á Fredrikstad.
Tann seinni kom í hús í gjárkvøldið, mánakvøldið, tá Storhamar vann 30-28 á útivølli. Støðan í steðginum var 14-9.
Pernille Brandenborg spældi ein góðan dyst, og profilurin varð toppskjútti í dystinum við seks málum.
![]()
Pernille Brandenborg, sum her fegnast við landsliðsliðfeløgunum undir HM-endaspælinum, kundi fegnast um ein sigur í Fredrikstad í gjár. Hesin tryggjaði Storhamar hálvfinaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)
Í hálvfinaluni skal Storhamar spæla móti Hamar. Har verður spælt "best av trimum" ella "fyrst upp í tvey".
Fyrsta hálvfinalan hjá Pernille og teimum verður um eina viku, týsdagin 12. mars, á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald