
Eftir seinna HM røkkstøkkdystin hjá Føroyum sunnudagin, skuldu fleri landsliðsspælarar skjótt byrja at hugsavna seg um fyrstu uppgávurnar fyri feløg síðani í endaspølum.
Fleiri spæla í Føroyum í kvøld: VÍF og H71 spæla klokkan 16 og Neistin og Kyndil bresta saman til fyrstu hálvfinaluna klokkan 19. Í bestu donsku deildini skulu fleiri spælarar í eldin.
Pernille Brandenborg var longu í gongd í gjárkvøldið, tá København tók móti Nykøbing Falster. Talan var um lykladyst longu í tí fyrsta av teimum seks endaspølsumførunum, tí at hesi bæði liðini koma mest sannlíkt at kappast um annað hálvfinaluplássið í hesum endaspælsbólkinum.
- At gerast nummar fimm merkir, at vit sleppa undan Esbjerg og Ikast, og at vit heldur fáa NFH, sum vit fyri stuttum vunnu á, umframt Odense og Horsens. Harvið livir dreymurin um tað at spæla hálvfinalu væl hjá okkum, hóast vit ikki fingu eitt stig við.
Soleiðis segði Pernille Brandenborg við Portalin eftir seinasta dystin í grundspælinum. Odense er sterkasta liðið í bólkinum - hevur vunnið allari dystirnar í landskappingini í ár - og Maria Pálsdóttir Nólsoy og Horsens eru óvæntað við.
Maria Nólsoy í dystinum í Litava sunnudagin - í kvøld verður 20-ára gamli bakspælarin sjálv í gulum, tá Horsens hevur ógvuliga torføra men spennandi uppgávu (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið er lagt upp til spenanndi tvídyst millum NFH og København. Fyrrnevnda endaði á 4. plássinum í grundspælinum og fekk harvið eitt stig við, meðan København byrjaði aftanfyri.
Í gjár eydnaðist tó København at vinna heimadystin 30-28. Grundarlagið varð veruliga lagt fyri í 1. hálvleiki - tað var 18-12 í steðginum. Útiliðið var betri eftir steðgin, men tað gjørdist ongantíð heilt spennandi á Frederiksberg.
Pernille Brandenborg skoraði tvey mál uppá trý skot og hevði millum annað eiisni eitt upplegg í dystinum.
Harvið er København nú í góðari støðu. Í kvøld spæla hini liðini í bólkinum: Maria Pálsdóttir Nólsoy og Horsens taka móti Odense klokkan 17.30. Hesin dysturin sæst klokkan 17.30 á TV2 Sport og TV2 Play.
Tað ger dysturin hjá Janu Mittún og Viborg í hinum DM-bólkinum, móti Claus Mogensen (hjálparvenjara) og Ikast, eisini. Viborg og Ikast spæla eitt slag av grannauppgerð og ein týðandi dyst klokkan 19.30. Jana Mittún og tær hava einki stig við í endaspælið.
Í niðara endaspælinum spælir millum Skanderborg móti Bjerringbro seinnapartin. Súna Krossteig Hansen var við í føroyska hópinum í síðstu viku, men hon hevur framvegis ikki spælt ein minutt av hondbólti í yvir tveir mánaðir. Skanderborg mengaði á seinasta degi í grundspælinum at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist talan um beinleiðis niðurflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald