Fótbóltur

Petur skoraði sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini

Fáar minuttir eftir at hann kom inn, skoraði 23-ára gamli maðurin úr Saltangará, tá hann sjálvur legði trýst á verjuna og gjørdi sær dælt av villu. Petur Knudsen átti eisini stóran leiklut í 5-0 málinum hjá Lyngby.

Petur, ið her skorar fyri U21-landsliðið móti Ísrael, hevur fingið hol á málskjótingina í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm)

Petur, ið her skorar fyri U21-landsliðið móti Ísrael, hevur fingið hol á málskjótingina í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-07 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin byrjaði Petur Knudsen inni á fyrsta sinni og skoraði síni fyrstu mál á Lyngby Stadion. Fyrrverandi NSÍ-leikarin gjørdist tvífaldur málskjútti, men tað var í 9-0 sigri á Østerbro IF, ið spælir fimm deildir longur niðri enn Lyngby.

Í dag var Petur innskiftur eftir ein tíma í 3. umfari í NordicBet-deildini. Eins og í hinum báðum dystunum var tað fyri Frederik Gytkjær, ið var ógvuliga vælleikandi í dag og sum legði heimaliðið á odda. Tá Petur Knudsen kom inn, var støðan 3-0 til Lyngby, sum í bakandi sólini var í gongd við at skræða útiliðið, Esbjerg, sundur.

Støðan í Esbjerg er heilt serstøk, har fleiri av teimum bestu leikarunum ikki spæla við í løtuni orsakað av støðuni við týska verjanum Peter Hyballa, ið sambært fleiri miðlum og leikarum er farin illa við hópinum á ymsan hátt og hevur skapt eitt ógvuliga keðiligt umhvørvi og órógv í felagnum. Leikarar tykjast at vera í kríggj við venjaran og felagið, opið bræv er skrivað, men leiðslan stendur fast.

Tað var tí eitt skert og rakt lið, ið Lyngby tók ímóti. Peter Hyballa var sjálvur ikki til staðar í Lyngby í dag - felagið boðar frá, at orsøkin er sjúka í familju hansara, og vernjarin er í løtuni í Týsklandi.

Lyngby var greitt betra liðið so at siga allan dystin, var á odda í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði høgri vongbakkurin Svenn Crone tvey mál eftir góð upplegg frá hinum vongbakkinum Adam Sørensen. 

Í 64. minutti royndi Esbjerg at byggja spælið upp tætt við egna brotssteig. Ein frískur Peter Knudsen jagstraði ágangandi, og tá aftasti verjuleikarin als ikki eydnaðist við sínari alvering, sló Petur til og setti bóltin trygt inn við høgru innarusíðu til 4-0 og fór so út ímóti áskoðarum at fegnast um sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini. Fyrrverandi HB-venjarin og núverandi ítróttarstjórin í AB Jonas Dal Andersen var viðmerkjari, og hann væntaði, at Lyngby-fjepparar kundu venja seg við nanvið "Knudsen", og tað at hann skorar. Hann metti eisini felagið vera eitt gott stað hjá føroyingunum at menna seg víðari.

Tólv minuttir seinni fekk Petur bóltin við brotsteigarmarkið til høgru, spældi snilt innum verjuna, bólturin varð lagdur útfrá aftur mitt fyri, og so var 5-0. Ikki so torførar umstøður at koma inn í , men umráðandi at 23-ára gamli føroyingurin av álvara fekk víst seg fram í álopinum hjá oddaliðnum í deildini. Um eina viku spælir Lyngby í Hobro.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder