Fótbóltur

Pól Thorsteinsson nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy

49-ára gamli Pól Thorsteinsson hevur drúgvar royndir í føroyskum fótbólti. Nú avloysir hann Palla Augustinussen sum venjari hjá besta liðnum í heimbygdini.

Mynd: FC Suðuroy

Mynd: FC Suðuroy

2022-12-23 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Suðuroy og Pól Thorsteinsson hava gjørt avtalu um at Pól verður venjari hjá 2. deild kappingarárið 2022.

Hesum boðar FC Suðuroy frá á heimasíðu sínari seinnapartin.

- Pól hevur seinastu árini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum hjá FC Suðuroy og hevur ikki minst drúgvar royndur sum leikari, bæði sum yrkisleikari uttanlands og í Føroyum, og sum leikari á føroyska A-landsliðnum.

49-ára gamli Pól Thorsteinsson er vágbingur, og spældi hann yvir 300 dystir á høgum støði í Føroyum. Hann spældi nógv ár í B36, har hann vann FM tríggjar ferðir og steypakappingina einaferð. Pól var eisini í NSÍ trý ár samanlagt, har tað bleiv talan um eitt steypagull og einasta føroyameistaraheiti í søgu felagsins (í 2007) 

Hann royndi seg í 2000 í Vali í bestu íslendsku deildini, og harði og klóki verjuspælarin spældi 37 A-landsdystir fyri Føroyar.

Í Vági gleða tey til samstarvið við Pól Thorsteinsson, og boða frá at farið er longu undir fyrireiking til komandi kappingarár. Besta mansliðið hjá FC Suðuroy skal aftur í 2023 spæla í 2.deild - triðbestu deildini. Pól Thorsteinsson avloysir Palla Augustinussen í sessinum.

Tøl: Farosoccer og FSF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder