Fótbóltur

Portugal og Santos støðga samstarvinum

68-ára gamli venjarin vann EM í 2016 og Nations League í 2019. Átta-ára skeiðið sum landsliðsvenjari endaði stutt eftir tapið fyri Marokko í HM-fjórðingsfinaluni, og nú verður serliga Mourinho settur í samband við starvið.

Fernando Santos og Ronaldo eftir at Portugal var úti av HM-endaspælinum - Santos hevði Ronaldo á bonkinum frá byrjan í báðum knock-out dystunum (Mynd: EPA)

Fernando Santos og Ronaldo eftir at Portugal var úti av HM-endaspælinum - Santos hevði Ronaldo á bonkinum frá byrjan í báðum knock-out dystunum (Mynd: EPA)

2022-12-16 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann tók við stutt eftir HM 2014, tá hann sjálvur var venjari hjá Grikkalandi, ið kom longur enn Portugal í tí endaspælinum, og stóð á odda tá Portugal fekk sína størstu løtu í landsins fótbóltssøgu. Hetta var 10. juli 2016 á Stade de France, beint uttanfyri París. Innskifti áleyparin Eder skoraði í longdu leiktíðini, og harvið var liðið hjá Fernando Santos evropameistari.

Tá var Cristiano Ronaldo sum vera man nógv í miðdeplinum. Hann noyddist grátandi skaddur av vølli í fyrra hálvleiki, í tí sum var hansara størsti landsdystur, og í longdu leiktíðini var ein haltandi Ronaldo við bindi um annað knæðið ógvuliga lívligur í tekniska økinum saman við Santos.

Tað var tó nú 68-ára gamli venjarin, ið hegnisliga stjórnaði  liðnum, men eisini endi hansara hekk nógv saman við nú 37-ára gamla Ronaldo. Santos setti hann á bonkin til áttandapartsfinaluna móti Sveis, ið Portugal vann 6-1, og í áttandapartsfinaluni kom stjørnan heldur ikki á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki. Portugal fór út, og spurnartekin vórðu sett við, um tað var ein røtt avgerð hjá Fernando Santos. Royndi venjarin helt tó fast við, at hann angraði einki hesum viðvíkjandi.

[object Object]
[object Object]
Nógv hava Mourinho sum størsta favoritt til starvið (Myndir: EPA)

Nú er Fernando Santos liðugur sum landsliðsvenjari hjá Portugal. Ikki orsakað av júst hesum, men hann hevur sjálvur ásannað at tíðin er komin, og portugisiska fótbóltssambandið ynskir eisini nakað nýtt. Eftir átta ár við honum við róðrið, har fyrsta stóra fótbóltssteypið kom til Portugal - eins og Nations League-gull í 2019 - skal fótbóltssambandið leita eftir onkrum øðrum.

Nógvi altjóða miðlar hava longu peikað á Jose Mourinho, ið kann metast at vera størsti portugisiski venjarin í søguni, og gitt at hann verður avloysarin. Mourinho var í øllum førum valdur til hetta í 2015 av fótbóltssambandinum, og nógv umrøddi maðurin segði tá hann var á toppinum, at hann einaferð ynskti sær landsliðsvenjarastarvið. Hetta skuldi tó helst vera seint á yrkisleiðini. 59-ára gamli Mourinho er í løtuni venjari hjá AS Roma

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder