Tríggir dystir í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum eru leiktir í kvøld.
Tann eini av teimum trimum vertunum hevur nú spælt sín fyrsta dyst. Eysturríki hevði trupulleikar av Kekkia, men í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná í Wien. Kiel-leikarin Nikola Bilyk gekk á odda við 12 málum í dystinum.
Í apríl vann Portugal við seks málum, tá Frakland vitjaði í EM-undankappingardysti, og hetta úrslitið vakti ans. Frakland vann tríggjar dagar seinni við níggju málum, tá liðini hittust aftur. Men í kvøld høvdu portugisar yvirtakið aftur.
Dinard og fraklendingar vóru vónbrotnir - portugisar, ið spældu sín fyrsta dyst í einum EM-endaspæli nakrantíð, ovurfegnir (Mynd: EPA)
Í nýgjørdu høllini í Trondheim var stórur spenningur. Frakland hevði leiðsluna tað mesta av 1. hálvleiki, men kviku portugisarnir hingu allatíðina á, og seinasta partin av hálvleikinum var Portugal á veg at draga frá teimum bláklæddu. Frakland kom ongantíð upp í gear aftur, hóast liðið hjá Dinard hevði leiðsluna tríggjar ferðir fyri steðgin. Portugal spældi klókt og við stórum vilja og skoraði trý tey seinastu málini, meðan fraklendingar bert fingu tvær útvísingar.
Í fyrsta dystinum, ið varð leiktur í Svøríki, vann Slovenia á Póllandi. Nú skulu millum annað Svøríki og Noreg í eldin.
Bólkur B:
Kekkia - Eysturríki 29-32 (14-13)
19.30: Norður Makedónia - Ukraina
Bólkur D:
Frakland - Portugal 25-28 (11-12)
19.30: Noreg - Bosnia & Hersegovina
Bólkur F:
Slovenia - Pólland 26-23 (13-11)
19.30: Svøríki - Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald