Eina lítla løtu var Kekkia á veg móti skelkandi sigri móti Portugal, og heilt leingi lógu kekkar til eitt stig móti stórfavorittunum. Portugal hevði gamaní bóltin ógvuliga nógv og sat á tí men hevði ilt við at fáa heilt stórar málmøguleikarnar.
Nógvar skeivar avgerðir vóru á seinasta triðinginum, og fleiri spælarar raktu ikki sítt toppstig. Størsta møguleikan fyrsta tíman hevði ein fríur Cristiano Ronaldo, men kekkiski málverjin bjargaði væl. Annars fekk 39-ára gamli áleyparin ikki nakað ítøkiligt burturúr í kvøld, nú hann fór undir sítt sætta EM-endaspæl.
Tá man ikki gagnnýtir sína yvirvág kann hitt liðið brádliga sláa til, og soleiðis var í 62. minutti, tá Lukas Provod skeyt væl uttanfyri brotsteigin. Fullkomiliga móti leikgongdini, men liðið, sum Føroyar vóru í bólki við í fjør, stríddist væl við nógvum fysikki, og kekkisk veitsla eina løtu.
Hetta helt tó bert í 69. minutti. Kekkia hevði stríðst væl, men í 69. minutti fekk Portugal endliga eitt líkinda innlegg á eitt protugisiskt høvd. Lívligi Nuno Mendes stútaði, málverjin hálvbjargaði inni í beinið á Hrnac: 1-1.
Hetta helt í 23 minuttir. Í 87. minutti fekk Diego Jota mál kolldømt, tí Ronaldo hevði verið rangstaddur beint áðrenn. Í 92. minutti slapp Portugal avstað í vinstri. Innskifti Pedro Neto gjørdist leysur, legði innfyri, bólturin hoppaði onkursvegna framvið tveimum kekkum, og so smekkaði Francisco Conceicao bóltin í netið.
Conceicao gjørdist stóra hetjan hjá Portugal í kvøld (Myndir: EPA)
Triði A-landsdystir hjá 21-áraa gamla vonginum, ið var stórliga fagnaður. Hann er sonur Sergio Conceicao, sum gjørdi hattrikk móti Týsklandi í EM-endaspælinum fyri 24 árum síðani. Trý stig í evstu løtu - uppiborið eftir leikgongdini hóast Portugal skal vísa meira skerpni í spælinum.
Skíggjamyndir: portal.fo
Fyrr í kvøld vann Turkaland á Georgia, sum spældi sín fyrsta endaspælsdyst nakrantíð. Tað var 1-1 í 65. minutti, tá ungi Real Madrid-spælarin Arda Güler skoraði dreymamál í regninum í Dortmund - áleið líka gott sum 1-0 málið hjá Muldur. Í yvirtíðini økti Turkaland, sum harvið hevur tikið gott fet móti víðari luttøku.
EM 2024 - fyrsta umfar í bólkaspælinum
Bólkur F:
Í dag, týsdagin 18.06
Turkaland - Georgia 3-1 (1-1)
Portugal - Kekkia 2-1 (0-0)
19-ára gamli Arda Güler við frálíkum vinstrabeinsskoti í 65. minutti...
Stórur fagnaður á turkum í Dortmund, har tað regnaði, og nógvur lamur var (Myndir: EPA)
Við hesum er fyrsta umfar í bólkaspælinum heilt liðugt. Meira í morgin, har dystirnir eru hesir:
Mikudagin 19. juni
14.00: Albania - Kroatia (Bólkur B)
17.00: Týskland - Ungarn (Bólkur A)
20.00: Skotland - Ungarn (Bólkur A)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald