Hondbóltur

Poula Dulavík Berg er nú venjari hjá StÍF

Ein av lyklaspælarunum í FM-árinum og ein av drúgvu spælarunum í felagnum, avloysir Mads Lindkvist sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum.

Poula Dulavík Berg spældi leingi í fremstu røð hjá StÍF. Sum skilst er Poula Dulavík Berg fyrsti føroyski kvinnuligi høvuðsvenjari hjá StÍF-kvinnunum - her saman við Ega Danielsen, formanni, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: StÍF- Stranda Ítróttarfelag)

Poula Dulavík Berg spældi leingi í fremstu røð hjá StÍF. Sum skilst er Poula Dulavík Berg fyrsti føroyski kvinnuligi høvuðsvenjari hjá StÍF-kvinnunum - her saman við Ega Danielsen, formanni, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: StÍF- Stranda Ítróttarfelag)

2026-01-07 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur hevur verið neyðugt hjá StÍF at skift út á venjarabonkinum hjá bæði besta mansliðnum og besta kvinnuliðnum.

Sí eisini: Váttað: StÍF og Jesper Bak steðga samstarvinum

Danirnir Mads Lindkvist og Mikkel Lindkvist boðaðu tíðliga í desember frá, at teir vildu úr sáttmálum sínum. Teir vóru ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá SMS-liðnum, umframt at venjararnir úr Danmark røktu aðrar venjarauppgávur í felagnum.

Síðani hevur millum annað Alexandur Johansen havt ábyrgd fyri besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Poula Dulavík Berg stóð sum venjari til dystin í Klaksvík stutt fyri jól, og nú er greitt, at hon tekur við sum venjari við høvuðsábyrgd restina av kappingarárinum.

- St.Í.F. hevur í kvøld gjørt sáttmála við Poulu Dulavík Berg. Poula verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum, kappingarárið út. Vit eru fegin um hesa avtalu, og gleða okkum til næstu mánaðirnir við Poulu á odda, skrivar felagið á Faebook-síðu sínari.

Poula Dulavík Berg spældi leingi í fremstu røð hjá StÍF. Hon gjørdi millum annað vart við seg sum sterkur strikuspælari og verjuspælari í søguliga FM-árinum í 2020-2021. Tað var eisini í júst hesum tíðarskeiðnum, at Poula spældi seg á A-landsliðið.

Sum skilst er Poula Dulavík Berg fyrsti føroyski kvinnuligi høvuðsvenjari hjá StÍF-kvinnunum. Við henni standa nú bert lokal fólk á odda fyri bestu liðum felagsins - heldur enn danir sum tað var við kappingarbyrjan. 

Besta kvinnulið felagsins hevur bert tvey stig fyri 11 dystir og er aftast í SMS-deildini

Dagført: 14.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder