Fótbóltur

Premier League byrjar aftur 17. juni

Teir 92 dystirnir, sum eftir eru at spæla, verða spældir uttan áskoðarar.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-29 07:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska fótbóltskappingin, Premier League, byrjar aftur mikudagin 17. juni. Tað varð fráboðað í gjárkvøldið.

- Partarnir í Premier League eru vorðir samdir um mikudagin 17. juni sum fyribils ásettur dagur, at kappingin 2019/20 kann byrja aftur, um so er, at øll trygdarviðurskifti eru komin upp á pláss, ljóðaði fráboðanin.

Byrjað verður við tveimum dystum. Aston Villa móti Sheffield United og Manchester City móti Arsenal.

Síðan verður fult umfar vikuskiftið eftir. Allir dystirnir verða spældir uttan áskoðarar.

Sum liður í fyrireikingunum at byrja fótbóltskappingina aftur, eru hópin av kanningum gjørdar fyri at kanna leikarar og leiðarar fyri korona.

12 vórðu staðfestir positivir og sendir í sjey daga sóttarhald, skrivar Ritzau.

Liðini fingu í farnu viku loyvi at taka upp venjingina aftur í avmarkaðan mun.

Premier League varð støðgað í byrjanini av mars. 92 dystir vanta í at verða spældir. Bretsku sjónvarpshyggjararnir fáa atgongd til at síggja allar dystirnar. Tað gjørdust partarnir eisini samdir um í gjár.

Liverpool liggur klárt á odda og eru tveir sigrar frá at vinna fyrsta meistaraheitið til felagið í 30 ár. 25 stig aftanfyri liggur Manchester City og síðan eru aftur fýra stig niður til Leicester.

Chelsea liggur á týðandi fjórðaplássinum, sum gevur beinleiðis atgongd til Champions League-bólkaspælið komandi kappingarár.

Í hinum endanum á stigatalvuni liggja Bournemouth, Aston Villa og Norwich undir niðurflytingarstrikuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder